Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, tryggjaði NSÍ sær enn ein nýggjan spælara. Eins og Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen, hevur hann eina fortíð í felagnum.
Tað er yngri beiggi Petur, sum seinnapartin varð kunngjørdur í gulari blusu. Aron Knudsen fekk sítt gjøgnumbrot í Betrideildini í 2020, bygdi á í 2021 men fekk so ein álvarsaman skaða í lærkrikan og var úti í nógvar mánaðar.
Eftir niðurflytingina í 2022 skifti Aron Knudsen til B36. Har er hann skrásettur fyri 32 dystir við besta liðnum, men minni enn helmingurin var frá byrjan.
Aron Knudsen skoraði í steypafinaluni móti B36 í 2021. Síðani hevur hann næstan ikki spælt fyri NSÍ - tað skal hann í 2024, nú miðvallarin vendir aftur úr B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Harvið vildi Aron hava meira spælitíð, og hóast hann hevði sáttmála við B36 fyri 2024, so endaði 24-ára gamli vinstrabeinti miðvallarin aftur í NSÍ.
Aron Knudsen hevur samanlagt 80 dystir og 12 mál á hægsta stigi í Føroyum. Hann hevur gjørt ein eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald