Í gjárkvøldið gjørdi Arsenal sítt á heimavølli, og í kvøld kundu Mikel Arteta og spælararnir sita á sofuni og síggja Manchester City hava trupulleikar í Suðuronglandi.
Sí eisini: Arsenal stórt fet nærri meistaraheitinum
Liðið hjá Pep Guardiola skuldi vinna dystin móti Bournemouth fyri at framhaldandi hava møguleikan at vinna meistaraheitið. Men heimaliðið spældi fyri Champions League-møguleikanum og var betra liðið.
Í 39. minutti skoraði Eli Kroupi Jr. eftir vælsspælt álop. Bournemouth hevði eisini sínar møguleikar at økja og harvið veruliga leggja trýst á Liverpool í stríðnum um seinasta Champions League-plássið.
Men ístaðin javnaði Erling Haaland í 95. minutti. Hetta var ov seint hjá Manchester City og súrt hjá Bournemouth: 1-1 kundu liðini ikki nýta til so nógv.
Serliga ikki City, sum endar við silvurheiðursmerkjum, meðan Bournemouth (Nottingham Forest úti) skal vinna sunnudagin samstundis sum Liverpool tapir (Brentford heima), og seks mál skulu heintast.
Tvey lið rakt av vónbroti á Vitality leikvøllinum (Mynd: Glyn Kirk/AFP/Ritzau Scanpix)
Haaland skoraði men ikki nóg mikið at vinna sjeynda meistaraheitið undir Pep Guardiola, sum sambært bretskum miðlum er á veg úr felagnum (Mynd: Glyn Kirk/AFP/Ritzau Scanpix)
Stóri sigursharrin var Arsenal, sum nú er enskur meistari. Hetta fyri fyrstu ferð síðani 2003/2004, tá talan var um "Invincebles"-liðið hjá Arsenal: Ósigraðu menninir sum Thierry Henry og Patrick Viera.
Arsenal er endað á 2. plássinum trý ár á rað, men sunnudagin kunnu Declan Rice, Bukayo Saka, Gabriel, David Raya og hinir á London-liðnum lyfta stóra silvursteypið á Selhurst Park. Hetta er 14. ferð, at Arsenal vinnur enska meistaraheitið.
Liðið kann enda á 85 stigum - hevur 82 stig nú - og Arsenal-fjepparar kunnu longu fegnast, tí City bert kann røkka 81 stigum.
Sí stigatalvuna her
Champions League-finalan móti PSG er á skránni 30. mai. Tà kann Arsenal krýna eitt minniligt kappingarár, har atfinnginar hava verið móti stílinum hjá Arteta, men har liðið hevur skorað avgerandi málini; hevur víst støðufesti, kynismu og samanlagt hevur verið verið best.
![]()
Stórar kenslur á skeinkistaði tætt við Emirates leikvøllin - heimavøllin hjá Arsenal. Loksins kunnu Arsenal-fjepparar aftur fegnast um Premier League-heiti (Mynd: Brook Mitchell/AFP/Ritzau Scanpix)
Dagført 22.10: Chelsea hevur júst vunnið 2-1 á Stamford Bridge móti Tottenham, og harvið fer stríðið millum West Ham og Tottenham um at sleppa undan niðurflyting til seinasta leikdag (sunnudagin 24. mai) Tottenham hevur tvey stig fleiri og væl betri málúrttøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald