Átta dystir kring Evropa eru leiktir:
BATE - Arsenal 1-0 (1-0)
Galatasaray - Benfica 1-2 (0-1)
Krasnodar - Leverkusen 0-0
Lazio - Sevilla 0-1 (0-1)
Olympiakos -Dynamo Kiev 2-2 (2-1)
Rapid Wien - Inter 0-1 (0-1)
Rennes - Betis 3-3 (3-1)
Slavia Prag - Genk 0-0
Arsenal fekk ikki skapt sær nakað ynskiligt útgangsstøði í Hvítarusslandi í kvøld. Heimaliðið kom á odda beint fyri hálvleik, og Arsenal megnaði ikki at finna netmeskarnir hjá Bate Borisov í 2. hálvleiki. Liðið hjá Unai Emery var í so at siga sterkastu uppstilling, men noyðist at vera Aleksander Lacazette fyri uttan í seinna dystinum, tí fraklendingurin fekk beinleiðis reytt kort fimm minuttir fyri tíð.
Sevilla fekk ein góðan sigur í Rom, Inter vann í Eyturríki uttan Icardi, Benfica fekk eitt flott úrslit í Turkalandi, og í Fraklandi var talan um málríkan javnleik.
Sjey dystir eru farnir í gongd nú klokkan 20.00.
Celtic - Valencia
Club Brügge - Salzburg
FF Malmö - Chelsea
Viktoria Plzen - Dinamo Zagreb
Shahktar - Frankfurt
Sporting Lissabon - Villareal
Zürich - Napoli
Fótbóltur
Arsenal fekk ikki nakað gott útgangsstøði
Einki útivallarmál, reytt kort og tap tað var úrtøkan hjá Arsenal í Hvítarusslandi. Átta av fyrstu dystunum í Europa League í kvøld eri leiktir.
Lacazette fekk reytt kort í Hvítarusslandi - Chelsea leikar í Malmö nú (Mynd: EPA)
2019-02-14 20:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald