Fótbóltur

Icardi noktaði at koma við til Eysturríkis

Í gjár misti hann liðskiparabandið - í kvøld er hann ikki við í Europa League-dystinum hjá Inter.

Mauro Icardi bar liðskiparabandið í Serie A-dystinum ímóti Parma í vikuskiftinum. Í kvøld er hann ikki við í Wien
(Mynd: EPA)

Mauro Icardi bar liðskiparabandið í Serie A-dystinum ímóti Parma í vikuskiftinum. Í kvøld er hann ikki við í Wien (Mynd: EPA)

2019-02-14 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mauro Icardi kom til Inter úr Sampdoria í 2013. Seinasti árini hevur hann verið ein lyklaleikari fyri felagið í Milano. Argentinski áleyparin hevur spælt 210 dystir fyri felagið og skorað 122 mál. Hann hevur leingi verið liðformaður hjá Inter, men í gjár varð Icardi vrakaður sum liðformaður. Eftir hetta valdi hann, at ikki fara við liðnum til Wien, har Inter í kvøld spælir í Europa League. Hetta skrivar danska TV2. 

Les eisini: Áttandapartsfinalurnar í Europa League í gongd í kvøld

Tað var á Twitter, at Inter í gjár kunngjørdi, at slovenski málverjin Samir Handanovic yvirtekur ábyrgdina sum liðformaður. Hetta rakti 25-ára gamla áleyparan hart: 

- Hann hevur valt at ikki ferðast við liðnum til Wien. Hann vat vónbrotin, og tað var torført at samskifta við hann eftir avgerðina

Hetta segði venjarin hjá Icardi, Luciano Spalletti, við SkySports Italia. Spalletti legði afturat, at hetta var ein ógvuliga trupul og pínufull avgerð. 

Inter hevur ikki givið nakra frágreiðing fyri skiftið, men Mauro Icardi hevur verið settur í samband við eitt skifti burtur frá frá Inter, og hann hevur framvegis ikki skrivað undir ein nýggjan sáttmála við felagið.

Dysturin ímillum Rapid Wien og Inter verður bríkslaður í gongd klokkan 17.55. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder