Fótbóltur

Arsenal og Barcelona eisini millum tey seinastu átta

Hetta er fyrstu ferð í 14 ár hjá Arsenal og fyrstu ferð í fýra ár hjá katalanska felagnum. Neyðugt varð við brotssparkskapping í London í gjár, har málverjin hjá Arsenal gjørdist hetjan.

Teir á heimaliðnum og oddaliðnum kundu fegnast, tá fjórða brotssparkið hjá Porto varð bjargað (Mynd: EPA)

Teir á heimaliðnum og oddaliðnum kundu fegnast, tá fjórða brotssparkið hjá Porto varð bjargað (Mynd: EPA)

2024-03-13 10:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú eru bert tvær áttandapartsfinalurnar eftir og greitt er, at í øllum førum hesi seks liðini skulu fjórðingssfinalur í apríl: PSG, Bayern München, Manchester City, Real Madrid, Barcelona og Arsenal.

Arsenal var í eina tíð undir Arsené Wenger ofta millum tey fremstu í Champions League, men hetta verður fyrstu ferð í 14 ár - síðani 2010 - at felagið úr London verður millum tey seinastu átta í fremstu evropeiski kappingini.

Tað varð annars ein tungur burður móti Porto, sum vann fyrra dystin 1-0. Arsenal hevði yvirvágina í gjár, men tað var ein rímiliga tættur og ógvuliga inntensan dyst. Leandro Trossard skoraði fimm minuttir fyri steðgin eftir frálíkt upplegg frá Martini Ødegaard.

Harvið var 1-1 samanlagt, og hetta helt heilt til 120. minutt í. Brotssparkskapping varð neyðug á Emirates. Arsenal skeyt fyrst, og Ødegaard, Havertz, Saka og Rice vóru púra tryggir, men Porto brendi skot nummar tvey og nummar fýra, og so var liðugt.

David Raya gjørdist hetjan. Arsenal heintaði spanska málverjan úr Brentford síðsta summar, og hann bjargaði tveimum brotsspørkum. Tað seinna skeyt Galeno, sum skoraði einasta málið í fyrsta dystinum. 

[object Object]
Stórur fagnaður á Emirates, har David Raya gjørdist stóra hetjan (Mynd: EPA)

Barcelona tók ímóti Napoli. Hetta var á Estadi Olímpic Lluís Companys. Hann var høvuðsleikvøllurin til Olympisku leikirnar í 1992, sum Espanyol eisini nýtti í fleiri ár. Nú spælir FC Barcelona har, meðan Camp Nou verður gjørt í stand.

Fyrri dysturin millum sponsku og italsku meistararnar endaði 1-1. Í gjárkvøldið var Barcelona greitt omaná fyrstu løtuna, og eftir 17 minuttir var 2-0: 20-ára gamli Fermin Lopez og Joao Cancelo skoraðu hesi málini.

Napoli kom inn í dystin aftur, og Amir Rrahmani minkaði um munin eftir ein hálvan tíma. Tað var tó fult uppiborið, at Barcelona vann, og í 83. minutti staðfesti Robert Lewandowski plássið hjá liðnum í 1/4-finaluna. Hetta var eftir vælsspælt álop, sum endaði við, at royndi póslki áleyparin kundi prikað bóltin í málið.

Champions League - seinnu áttandapartsfinalurnar
Í gjár, 12.03

Arsenal - Porto 5-3 samanlagt - eftir brotssparkskapping
Barcelona - Napoli 4-2 samanlagt

Í kvøld verður greitt, hvørji trý tey seinastu liðini í fjórðingsfinalunum vera:

Atletico Madrid - Inter Milan (0-1)
Borussia Dortmund - PSV Eindhoven 1-1

Báðir dystirnir byrjar klokkan 20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder