Annað

Ársins leikarar og stjørnuskot í badminton kosin

Eira Asbjørnsdóttir Petersen og Beinir Weihe gjørdust ársins stjørnuskot, og ársins leikarar vórðu Miriam Í Grótinum og Rúni Øster.

Sune Gavnholt, landsliðsvenjari, Miriam Í Grótinum, Rúni Øster, Eira Asbjørnsdóttir Petersen og Beinir Weihe

Sune Gavnholt, landsliðsvenjari, Miriam Í Grótinum, Rúni Øster, Eira Asbjørnsdóttir Petersen og Beinir Weihe

2022-05-19 16:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á FM Gallaveitsluni leygarkvøldið vórður ársins leikarar og stjørnuskot í badminton sum vant kosin eftir tilmæli frá Sune Gavnholt og Wong Fai Yin, landsliðsvenjaratoyminum:

Ársins stjørnuskot, 2022: Eira Asbjørnsdóttir Petersen, 15 ár, og Beinir Weihe, 13 ár

Ársins leikari, 2022: Miriam Í Grótinum og Rúni ØsterGrundgevingarnar frá landsliðsvenjaratoyminum fyri at velja júst hesar badmintonleikararnar blivu lisnar upp á Gallaveitsluni, tá tey blivu heiðraði. Hesar vóru grundgevingarnar:

- Beinir er hóast sín unga aldur ein kropsliga sterkur badmintonleikari. Hann sýnir góðan hugburð á bananum. Eisini er hann ein góður leiðari í hópinum, men samstundis eisini ein eyðmjúkur persónur, ið fúsir hjálpir leikarum, sum eru leikliga verri fyri enn hann.

- Eira hevur sýnt góðan kappingarhug í øllum kappingum uttan undantak. Á bananum er hon kvik á fótum og í badmintonspælinum. Eira hevur ein disiplineraðan lívsstíl sum badmintonleikari við framfýsnum ætlanum um at gerast professionell.

- Miriam er væl uppiborið kosin til ársins leikara, tá hon hevur víst ein seriøsitet við síni venjing, sum er sera imponerandi. Góði arbeiðsinnsatsurin hevur borið ávøkst í hennari menning, og hevur hon fingið góð kappingarúrslit í øllum trimum bólkunum alt farna kappingarár. Umframt at vera ein dugnaligur leikari, er Miriam eisini góður liðfelagi, og gevur hon sítt íkast til góða hýrin í hópinum. Hon gongur undan við góðari atferð og røttum hugburði sum fyrimynd fyri ungu leikarunum, har hon tí er ein mentanarberi á ein hátt, sum vit ynskja fyri allar føroysku badmintonleikarnar at taka til sín í badmintonvirksemi teirra.

- Rúni er farin gjøgnum eina ógvuliga flotta menning seinastu tvey kappingarárini. Tað hevur ikki verið nemt, men hann hevur víst, at við hørðum arbeiði koma góðu úrslitini. Hann hevur verið serstakliga góður til at seta sær nøkur góð mál, sum hann síðani hevur arbeitt hart og miðvíst við at náa, og hann veit gott, at tað bara eru fyrstu stigini á leiðini til at náa sítt fulla potentiali sum ítróttarfólk. Rúni hevur fingið góð úrslit bæði her heima og í donskum kappingum, har hann farna kappingarár hevur víst dugnasemi bæði í tvímansleiki og einmansleiki.

Badmintonssamband Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder