Asbjørn Heðinsson hevur gjørt sáttmála við 07 Vestur. 21-ára gamli sandavágsmaðurin fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini longu í 2017, sum bert 16-ára gamal. Sama árið spældi hann nærum fast á liðinum.
Sum oftast spælir Asbjørn mitt á miðjuni ella sum høgri bakkur, men hevur eisini spælt aðrastaðni á vøllinum.
Asbjørn er uppvaksin hjá 07 Vestur, men royndi seg í 2019 eitt hálvt ár hjá B36 og í 2020 spældi hann við AB, sum tá vóru í Betri Deildini.
Sambært 07 Vestur hevur Asbjørn íalt leikt 74 dystir í Betri Deildini, umframt nógvar dystir í 1. deild. Hann var eisini á sera sterka U17-landsliðinum, sum í 2017 spældi EM-endaspælið.
– Vit gleðast um at Asbjørn aftur er at síggja á vøllinum, og vóna at skaðin ikki órógvar ov illa, skrivar 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald