Fótbóltur

Aserbadjan hevur fyrr tapt í Føroyum

Tað var ein lítil sensasjón, tá U21-landsliðið í 2007 vann 1-0 á Aserbadjan á Svangaskarði.

Svangaskarð - heimavøllurin hjá U21-landsliðnum bæði nú og í 2007, tá Føroyar óvæntað vunnu á Aserbadjan (Mynd: fsf.fo)

Svangaskarð - heimavøllurin hjá U21-landsliðnum bæði nú og í 2007, tá Føroyar óvæntað vunnu á Aserbadjan (Mynd: fsf.fo)

2018-10-10 16:10 Author image
Ingi Samuelsen

Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti í annaðkvøld rennur út á Tórsvøll at spæla Nations League-dyst móti Aserbadjan, er hetta fyrstu ferð, at londini møtast í A-landsliðshøpi.

Men harvið er Aserbadjan ikki eitt ókent landslið fyri summar av leikarunum. Aserbadjan og Føroyar hava tvær ferðir verið í bólki saman í sambandi við EM-undankappingar fyri U21-landslið.

Eitt nú tá føroyska U21-landsliðið fyri fyrstu ferð luttók í slíkari kapping. Tað var undankappingina til EM í 2009.

Og fyrsti landsdysturin, ið Føroyar vunnu í hesari kappingini var júst móti Aserbajan 14. oktober 2007. Hetta var um tað mundið, tá úrslitini hjá A-landsliðnum annars ikki vóru tey bestu, og tí var tað mett sum ein lítil sensasjón, at tað eydnaðist U21-landsliðnum í sínum fimta dysti yvirhøvur og øðrum á heimavølli at vinna 1-0 á Aserbadjan. 

Tað var B71’arin, seinni NSÍ’arin, Magnus Hendriksson Olsen, stóribeiggi Brand, sum nú er á landsliðnum, sum skoraði málið beint fyri hálvleik.

Einasti av manningini, sum spældi við tá, og sum framvegis er landsliðsspælari, er málverjin Gunnar Nielsen.

Føroyar spældu útidystin móti Aserbajan árið 6. september árið eftir, og úrslitið var 2-2. Føroysku málini skutu Gudmund Nielsen og Levi Hanssen. Hesi fýra stigini vóru tey, sum vit fingu í hesi kappingini, har vit endaðu á fimta plássi framman fyri Aserbajan.

Fleiri mans, sum nú eru aktuellir á A-landsliðnum, vóru við til dystin í Baku. Umframt Gunnar Nielsen, sum tá umboðaði skotska liðið Motherwell FC, spældi víkingurin Sølvi Vatnhamar eisini allan dystin.

Pól Jóhannus Justinussen kom á vøllin í øðrum hálvleiki, og á beinkinum sótu tveir bæði táverandi og núverandi B36’arar uttan at koma inn: Odmar Færø og Róaldur Jákupsson.

Føroyska U21 landsliðið var eisini í bólki við Aserbajan í undanfarnu undankapping. Tá gekk ikki líka so væl. Føroyar endaðu á aftasta plássi við einum stigi, meðan Aserbajan fekk 9.

Føroyar taptu 0-1 á heimavølli, men tað eina stigið varð vunnið móti júst Aserbajan í útidystinum í Baku 6. september 2016. Dysturin endaði 1-1. Ári Jónsson legði Føroyar á odda móti endanum av fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist heimaliðnum at javna tveir minuttir fyri leiklok.

Málskorari var nú 21 ára gamli Mahir Madatov, sum er við í hópinum, sum skal spæla A-landsdystin á Tórsvølli í annaðkvøld. Ongin av føroysku U21-leikarunum, sum spældu móti Aserbajan í undanfarnu kapping, eru aktuellir á A-landsliðnum nú.

Hjá Aserbadjan eru tveir leikarar við, sum minnast ósigurin á Svangaskarði fyri 11 árum síðani, hin 14. oktober 2007. Teir eru 32 ára gamli málverjin og liðskiparin Kamran Aghayev, sum nú spælir við Kesla, men hevur roynt seg uttanlands, bæði í Turkalandi, Portugal og Kekkia.

Hin er 29 ára gamli verjuleikarin Maksin Medvedev, sum alla sína tíð hevur spælt við fremsta felagnum í Aserbadjan, Qarabag FK.

Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45

Les eisini: Lars Olsen: - Vit møta við sterkasta liði hvørja ferð 

Sí eisini: Shaki: - Vit eru væl fyri og fara eftir sigrinum