Hondbóltur

Áskoðaramet til HM

Næstan 1 millión áskoðarar vóru til dystirnar í Danmark og Týsklandi.

Tað var sera gott lív í Boxen, tá danir spældu sínar dystir har
(Mynd: hsf.fo)

Tað var sera gott lív í Boxen, tá danir spældu sínar dystir har (Mynd: hsf.fo)

2019-02-04 23:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ongantíð áður hava so nógvir áskoðarar verið til eina heimsmeistarakapping í hondbólti, sum tað vóru til HM-endaspælið í Danmkark og Týsklandi í farna mánaða. Fleiri enn 900.000 fólk høvdu keypt sær eitt atgongumerki til HM-endaspælið. Hetta skrivar hsf.fo

Tað var fyrstu ferð, at HM hevur verið hildið í tveimum londum, og Danmark og Týskland eru tvey lond, har ógvuliga nógv eru sera áhugaði í hondbólti; tað eru eisini tvey av londunum, har hondbóltssøgan er longst. Hetta, saman við at tað gekst væl hjá vertslondunum, gjørdi sítt til at met varð sett. Dystirnir í HM vórðu leiktir í Berlin, Köln, Hamburg og München í Týsklandi og í Keypmannahavn og Herning í Danmark.

Hondbóltssambandið skrivar, at tá HM-finalan varð spæld í Boxen í Herning fyri stórar viku síðani, sóu 15.003 áskoðarar dystin frá áskoðaraplássunum, samstundis sum 2,8 milliónir sóu finaluna á DR1 og TV2; tað vil siga yvir helvtina av íbúgvunum í Danmark.

Danska liðið vann allar tíggju dystirnar í endaspælinum og vann finaluna greitt á Noregi. Hetta er fyrstu ferð, at Danmark gerst heimsmeistari í manshondbólti, Føroyingurin, Jóhan á Plógv Hansen var í hópinum í átta av dystunum hjá Danmark og 24-ára gamli vongurin var á vøllinum í fýra dystum og skoraði níggju mál.

Næsta HM-endaspæl verður í 2021 í Egyptalandi. Næsta stóra endaspælið hjá monnum er tó longu komandi januar, tá EM er á skránni verður. Eysturríki, Norra og Svøríki eru vertslondini tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder