Í fjør var Ásla Johannesen við at spæla FC Nordsjælland upp í bestu donsku kvinnudeildina á fyrsta sinni. Ætlanin hjá felagnum hevur eydnast væl. Tað hevur verið satsað á kvinnusíðuni, og í gjár kom fyrsta stóra steypið hjá felagnum til høldar.
Tað gjørdi tær við 1-0 sigri á FC Thy-Thisted Q. Finalan varð leikt í júst Thy í Norðurjútlandi. Camilla Kur Larsen skoraði einsamalla málið í dystinum; tað kom í yvirtíðini í 1. hálvleiki.
Ásla Johannesen kom inn í 89. minutti. 24-ára gamli leikarin hevur spælt 24 A-landsdystir fyri Føroyar og hevur seinastu árini gjørt um seg í donskum fótbólti. Hon gjørdist fyrsti føroyska kvinnan, ið hevur vunnið eitt stórt steyp í Danmark.
Ásla í EM-undankappingardysti móti Wales (Mynd: Sverri Egholm)
Ásla Johannesen flutti í tannáringaárinum úr Klaksvík til Havnar og hevur spælt teir allarflestu av sínum higartil 92 dystum í Betrideildini hjá kvinnum við B36 ella AB. Aftaná kappingarárið í 2017 fór hon til Danmarkar at royna seg.
Í farna áratíggju vóru tað bert Brøndby eller Fortuna Hjørring, sum vunnu Sydbank kvindepokelen. Nú hevur FC Norðsjælland brotið røðina hjá størstu feløgunum í donskum kvinnufótbólti. Liðið fekk í ár bronsu í Gjensidige Kvindeligaen.
Ásla, miðskeiðis í niðasta rað, og lið hennara eftir sigurin í gjár (Mynd: FC Nordsjælland)
Tøl: FaroeSoccer og DBU
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald