Svenska steypafinalan hjá kvinnum er á skránni í morgin, mikudagin 1 mai. Tað eru Piteå og BK Häcken, ið hittast, og ein føroyskur spælari er á hvørjum liði.
Onnur er føroyski landsliðsliðskiparin Ásla Johannesen. 27-ára gamli vongbakkurin hevur hetta kappingárið spælt við liðnum úr Piteå, sum er undirtippað til finaluna.
18-ára gamla hoyvíkskvinnan Jóhanna Fossdalsá Sørensen er ein av føstu spælarunum hjá Häcken. Jóhanna hevur millum annað spælt á sentrala miðvøllinum í Champions League í vetur.
Jóhanna Fossdalsá Sørensen í dysti móti Real Madrid í Champions. Evnaríki spælarin hevur umboðað donsk landslið (Mynd: EPA)
Báðar hava royndir úr donskum fótbólti og FC Nordsjælland eisini. Ásla og Jóhanna hittust á vølli um vikuskifti. Tá vann Häcken 3-1 á heimavølli í Göteborg. Báðar byrjaðu inni.
Í morgin spæla liðini aftur á sama vølli - lutakast avgjørdi hetta - og tá er steyp uppá spæl. Fyrsta bríksl í steypafinaluni verður klokkan 16 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald