Annað

Áslakur Holm á Dreymaliðnum

Hann er á dreymaliðnum sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

2023-01-27 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast Áslakur Holm og VK Vestsjælland taptu 3-0 fyri Gentofte seinasta leygardag, varð Áslakur valdur á Dreymaliðið (Dream Team) sum hevari í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn. 

Eftir tapið fyri Gentofte liggur VK Vestsjælland á sætta í bestu donsku deildini - níggju stig eftir oddaliðið Marienlyst-Fortuna Volley. Sjálvt um Vestsjælland tapti dystin, spældi Áslakur Holm so væl sum hevari, at hann fyri umfarið varð valdur á vikuliðið, Dream Team.  

Ein av liðfeløgunum hjá Áslaki, Daniel Matheney úr USA, kom somuleiðis á vikuliðið. 

Áslakur og Vestsjælland leika aftur ímóti Gentofte fríggjadagin 3. februar - tá í steypakappingini, har liðið er komið í hálvfinaluna. Endaumfarið, “Final 4”, við hálvfinalum og finalu verður leikt í Aarhus. Vinnarin av dystinum leikar finalu sunnudagin ímóti vinnaranum av hinari hálvfinaluni, sum er ímillum Nordenskov UIF og Marienlyst-Fortuna Volley. Tapandi liðini í hálvfinaluni spæla um bronsuna sunnumorgunin.

Men longu í morgin, leygardagin, kl. 12:30, spæla Álakur og VK Vestsjælland í landskappingini ímóti  Nordenskov UIF, sum liggur á øðrum plássi. Tað er ofta rættiliga spennandi, tá Vestsjælland spælir, tí seks av teirra 13 dystum hava verið fimmsettarar.

Allir dystirnir í donsku flogbóltskappingini kunnu stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder