Annað

Áslakur og VK Vestsjælland taptu fjórðingsfinalunar

Tað eydnaðist ikki at vinna seinnu fjorðingsfinaluna ímóti Ikast KFUM, og Áslakur og Vestsjælland eru tí úti av stríðnum um danska meistaraheitið.

2023-03-16 21:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld dystaðust Áslakur Holm og lið hansara VK Vestsjællandi í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Ikast KFUM í bestu donsku flogbóltsdeildini fyri menn.

Fyri nøkrum døgum síðani tapti VK Vestsjælland fyrru fjórðingsfinaluna í Ikast 3-0. Tí høvdu Áslakur og liðfelagið hansara frá Vestsjællandi fyri neyðini at vinna fyri á tann hátt at vinna sær rættin til eina nýggja og avgerðandi fjórðingsfinalu.

Tað eydnaðist ikki. Ikast KFUM vann rættuliga sannførandi 3-0 við settúrslitunum: 25-21, 25-16, 25-19.

Harvið eru Áslakur og Vestsjælland úti av stríðnum um danska meistaraheitið og hava nú bert nakrar dystir eftir fyri at avgerða endaligu plaseringina í donsku kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder