Fótbóltur

Aston Villa er aftur í Premier League

Søguríka felagið vann uppiborið 2-1 á Derby í Playoff-finaluni á Wembley.

Aston Villa fær Playoff-steypið handað á tjóðarleikvøllinum (Mynd: The Guardian)

Aston Villa fær Playoff-steypið handað á tjóðarleikvøllinum (Mynd: The Guardian)

2019-05-27 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør gjørdist stóra felagið úr Birmingham akkurat ov stutt til uppflyting. 26 mai í 2018 vann Fulham 1-0 í Playoff-finaluni, og harvið skuldi Aston Villa verða verandi í The Championship eitt ár afturat.

Í ár endaði liðið á 5. plássi og vann sær harvið rættin at spæla í playoff. Har kom Aston Villa fyrst víðari eftir brotssparkskapping móti West Bromwich og skuldi harvið spæla um uppflyting til Premier League í dag. Mótstøðuliðið var Derby við Frank Lampard á odda, ið hevði sníkt og strítt seg hertil: Fyrst við at akkurat røkka 6. plássinum, ið gav atgongd til Playoffs. Har vann Derby yvirraskandi 4-2 í Leeds í seinna hálvfinaludystinum.

Villa byrjaði nakað betri í dag, men tað leikaði rímiliga javnt á. Har vóru nógvir nærdystir, og tað sást, at sera nógv var uppá spæl. Beint fyri hálvleik kom forloysandi málið, tá kantleikarin Anwar El Ghazi flott beindi góða innleggi frá Elmohamady úr høgru í málið. Júst El Ghazi var eyðsýndur, og stutt áðrenn at ein tími var leiktur, trekti leigusveinurin úr Lille inn frá vinstru, hansara skot varð blokerað, og var á veg inn til Derby-málverjan Kelle Roos, men hann var ikki nóg árvakin, og skotski McGinn kom ímillum og stútaði Aston Villa á odda 2-0.

Derby royndi at trýsta og hevði bóltin væl meira, men upplagdir møguleikar vóru fáir av. Grealish og co. hóttu eisini hinvegin, men beint sum tað sá trygt út hjá Villa, minkaði Derby um munin. Hetta gjørdi seinastu tíggju minuttirnar, + teir sjey ið vóru lagdir afturat, sera langir hjá teimum í vínreyðum, venjara teirra Dean Smith, og teirra larmandi viðhaldsfólk; har ímillum ídna Villa-fjepparan prins William. Liðið helt tó fast, og so er Aston Villa aftur, har liðið "hoyrir heima". Felagið hevur sjey heiti í fremstu deildini, tað seinasta í 1981, og megnaði árið eftir tað at vinna Europa Cup fyri meistaralið.

Aston Villa var seinast í Premier League í 2015-2016, har liðið fór sendandi niður. Nú gerst felagið áleið 170 milliónir pund ríkari við at spæla í fremstu røð. Villa fer upp saman við Norwich og Sheffield United. Derby var seinast uppi í 2007-2008, og liðið skal aftur spæla í The Championship í 2019-2020. Narkir av lyklaleikarunum eru leigusveinar (Harry Wilson úr Liverpool og Mount og Tomori úr Chelsea), og tað er eisini ivasamt um Lampard heldur fram eftir eitt gott fyrsta ár. Hann er millum annað settur í samband við júst Chelsea. 

The Championship: Playoff-finalan
27.05 á Wembley
Aston Villa - Derby County 2-1 (1-0)
44' Anwar El Ghazi 1-0
59' John McGinn 2-0
81' Martyn Waghorn 2-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder