2026-10-04 15:29
Dysturin millum Føroyar og Kosovo verður mikudagin 4. november 2026 klokkan 19 Við Tjarnir, og atgongumerkjasølan verður á tjarnir.fo, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Møguleiki verður at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini.
Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta tó atgongumerki.
Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald