Hósdagin í næstu viku skal KÍ reisa seg eftir samlaða tapið móti norsku meistarunum Molde í triðja umfari í Champions League.
Nú snýr tað seg um Europa league, og tað er moldoviska Sheriff Tiraspol, sum er mótstøðulið á Tórsvølli í fyrra dystinum.
Sheriff Tiraspol hava verið meistarar í Moldova 21 ferðir seinastu 23 árini. Hetta er eitt felag sum javnan er at síggja í evropeiskum bólkaspæli. Seinast teir vóru í bólkaspælinum í Champions League var fyri tveimum árum síðan, tá teir skelkaðu við at vinna 2-1 á Real Madrid í Madrid.
Sum kunnugt vann KÍ 2-1 á Molde fyri fullsettum Tórsvølli fyri góðari viku síðani.
- Skal KÍ eydnast í Europa League, er neyðugt at fylla Tórsvøll á sama hátt, sigur felagið.
(Mynd: Sverri Egholm)
Dysturin hóskvøldið 24. august byrjar kl. 19:45. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald