2019-08-07 09:58
Stórur áhugi er fyri dystinum og fleiri hava longu tryggja sær atgongumerki við atogna sær Landsliðspakkan, ið inniheldur atgongumerki til allar heimadystir í 2019.
Í Svøríki er eisini stórur áhugi fyri dystinum og líkt er til, at tað verður útselt á plássinum, ið vera tillutaði fjepparum hjá útiliðnum. Saman við Skansanum fara svensku áskóðararnir vónandi at skapa ein sera góðan stemning á Tórsvølli.
Fríggjadagin kl. 10:00 fer forsølan av atgongumerkjum til dystin ímóti Svøríki í gongd.
- FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald