Annað

Atgongumerkjasølan byrjar mikudagin

HB og B36 bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið.

2018-06-27 19:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á middegi mikudagin 27. juni byrjar atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF 

Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri umleið 3.600 áskoðarum, og tí verður væntandi fult, tá havnafeløgini B36 og HB bresta saman á tjóðarleikvøllinum leygardagin 25. august, klokkan 19:45, í finaluni um Løgmanssteypið. Tað er tí eisini umráðandi at gera skjótt av, tá atgongumerkini til ársins steypafinalu verða sett til sølu. Atgongumekjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og byrjar á middegi mikudagin 27. juni.

Atgongumerkjasølan verður skipað soleiðis, at fjeppararnir hjá HB "eiga" bólkarnar 101 til 104, meðan B36-fjeppararnir "eiga" bólkarnar 105 til 108. Uttanveltaðir áskoðarar kunnu keypa atgongumerkir í bólki 109.

Sølan fer fram á nethandlinum hjá FSF.

- Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder