Hondbóltur

Atgongumerkjasølan til dystin móti Montenegro er byrjað

Landsdysturin verður spældur 13. juni.

2019-05-01 17:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú er atgongumerkjasølan til landsdystin í hondbólti millum Føroyar og Montenegro byrjað. Føroyski landsliðsmenninir skulu í eldin móti Montenegro í sínum triðja og síðsta EM-undankappingardysti tann 13. juni.

Heimavøllurin verður hesaferð í Farum Arena, slakar 20 minuttir úr Keypmannahavn.

Føroysku fjeppararnir hava verið óførir, skrivar HSF. Í Skjern Arena, tá Føroyar spældu ímóti Danmark, vóru okkurt um 1.500 føroyingar á áskoðaraplássunum. Í Royal Arena, tá Føroyar spældu ímóti Ukraina, vóru umleið tvífalt so nógvir føroyskir áskoðarar.

Føroyar spældu javnt, 24-24, í Montenegro í fjør. Ídnu hondbóltsmenninir hava víst, at teir kunnu geva øllum dygga mótstøðu.

Dysturin byrjar klokkan 19.30 danska tíð.

Les meir á heimasíðuni hjá HSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder