- Lagt verður upp til enn eitt stórt og spennandi fóltbóltskvøld í Klaksvík. KÍ hevur enn ikki tapt ein Champions League dyst í Klaksvík.
Í KÍ og í Norðuroyggjum er spenningurin stórur, nú føroyameistararnir í næstu viku skulu taka ímóti svensku meistarunum í øðrum umfari í Champions League. Eftir dystin í Budapest mikukvøldið er lagið heilt, og har er ein sterk kensla av, at alt ber til, og nú eru atgongumerkini til dystin móti BK Häcken sett til sølu.
Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvar ein ynskir at sita. Atgongumerkini eru dýrari enn til dystir í Betrideildini.
(Skíggjamynd: ki.fo)
Seinni dysturin verður í Svøríki mikudagin 2. august. Samlaði vinnarin skal spæla í triðja umfari í Champions League. Taparin skal spæla triðja umfar í Europa League kappingini. Hvørji lið KÍ kann møta seinni í august verður greitt mánadagin 24/7, tá lutakast verður, vísir ki.fo.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald