KÍ og norsku meistararnir Molde FK spæla týsdagin fyrstu uppgerðina í triðja umfari í Champions League. Dysturin verður á Tórsvølli týsdagin kl. 19:45, og atgongumerkini verða sett til sølu í dag.
Samlaði vinnarin av teimum báðum dystinum sleppur at spæla play-off í Champions League, og vinnarin play-off í Europa League.
So lagt er upp til veruligt brak av einari uppgerð, og klokkan 13 í dag, fríggjadag, verður møguleiki at ogna sær atgongumerki til dystin. Á Tórsvølli eru omanfyri 5000 sitipláss.
Higartil hevur KÍ spælt sínar dystir á Djúpumýru í Klaksvík, men krøvini til leikvøllin gerast størri, jú longur feløgini í evropeisku kappingunum, og nú eru tey blivin so mikið stór at restin av dystunum mugu spælast í Havn.
Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald