Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til landsdystirnar í heyst byrjar í morgin

Føroyska A-landsliðið við monnum spælir tríggjar dystir í september, harav ein móti Danmark, og tveir í oktober. Sølan av teimum 1.156 Landsliðspakkum, ið gevur atgongd til allar fimm dystirnar, er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

Í alt verða 1.156 Landsliðspakkar settir til sølu. Í fyrstu syftu verður ikki selt til einstakar dystir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í alt verða 1.156 Landsliðspakkar settir til sølu. Í fyrstu syftu verður ikki selt til einstakar dystir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-13 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM-undankappingin verður tikin upp aftur 1. september, og í morgin, mikudagin 14. juli fyrstu atgongumerkini til heimadystirnar hjá A-landsliðið við monnum í heyst settar til sølu.

Hetta skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari. 

- Vónandi verður møguleiki at loyva áskoðarum til dystirnar, tí frá mikudegnum 14. juli klokkan 10:00 verður Landsliðspakkin, ið gevur føroysku landsliðsfjepparunum atgongd til allar fimm heimadystirnar, settur til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Nýggja langsíðan verður heilt liðug til dystirnar. Tórsvøllur tekur nú beint yvir 5.000 áskoðarar. Nýtt graslíki er eisini lagt á tjóðarleikvøllin í summar.

Landsliðspakkin verður seldur við “koronauppseting”, har annað hvørt rað er avlæst. Í alt verða 1.156 Landsliðspakkar settir til sølu, skrivar fsf.fo. Í fyrstu syftu verður ikki selt til einstakar dystir.

Sum nú er, so er ikki greitt, júst hvussu nógv sleppa inn til dystin. Tað er orsakað av koronuavmarkingum. Søla av pakkunum er ikki opin uttanfyri landoddarnar.

- Sølan av Landsliðspakkum er bert opin fyri føroyskum IP-adressum. Um tað eru føroyskir fjepparar, ið eru staddir uttanlands og tí ikki fáa keypt gjøgnum netsøluna, kunnu hesir seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya umvegis teldupost, [email protected]

Sølan hjá Skansanum er eisini byrjað. Skansin heldur til í bólki 111, og atgongumerki til tann bólkin kunnu ikki fáast í sølu á heimasíðuni hjá FSF. Skansin selur sjálvur serstøku atgongumerkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder