2025-10-21 18:55

Fríggjadagin 31. oktobur klokkan 19 verður Tórsvøllur karmur um enn eina finalu um Løgmanssteypið. Liðini, ið bresta saman í ár, eru KÍ og Víkingur.
Seinast, hesi bæði møttust í steypafinaluni, var fyri trimum árum síðani, tá teir ljósabláu vunnu 1-0.
Einsamalla málið í dystinum skoraði Sølvi Vatnhamar við brotssparki tríggjar minuttir fyri leiklok.
Sølan fer fram á heimasíðuni hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald