Fótbóltur

Atkvøðugreiðsla: Okkara bestu áleyparar

Ellivu setur okkara besta altjóða landslið, og nú ber til at atkvøða.

2021-08-27 19:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ellivu er í holt við at seta okkara altjóða landslið. Í undanfarnu útgávunum eru Jákup Mikkelsen, Pól Thorsteinsson, Óli Johannesen, Jóannes Jakobsen og Jens Kristan Hansen komnir á liðið, meðan Jens Martin Knudsen, Atli Gregersen og Jónas Tór Næs eru varamenn.

Í nýggjastu útgávuni, sum er komin á gøturnar í vikuni, verður miðvøllurin mannaður. Her kom Fróði Benjaminsen flúgvandi á liðið. Lesararnir, venjaranevndin og fjølmiðlanevndin vóru ikki í iva um, at stríðsmaðurin av Toftum skuldi á liðið. Í blaðnum verður avdúkað hvørjir hinir tríggir eru, sum eru komnir á altjóða landsliðið.

Til komandi útgávu skal skulu okkara bestu áleyparar finnast. Tveir spælarar skulu veljast hesuferð. Í uppskoti til álopið eru hesir 11 spælararnir: Kurt Mørkøre, Jens Erik Rasmussen, Jan Allan Muller, Todi Jónsson, Uni Arge, John Petersen, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen, Jóan Símun Edmundsson og Klæmint A. Olsen.

Tú kanst atkvøða á ellivu.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder