
Klokkan 10 skuldi sølan av 24 flogferðum t/r millum Vágar og Oslo í januar fara í gongd.
Men nógvir føroyingar, sum eru spent at fara til EM-endaspælið í manshondbólti, noyðast at brynja seg við toli.
- Orsakað av tekniskum trupulleikum, er sølan av flogferðaseðlum til EM-endaspælið í Oslo útsett. Vit boða frá her á heimasíðuni og á okkara Facebook-vanga, so skjótt sølan byrjar, stendur fyrst man kemur inn á heimasíðuna hjá Atlantic Airways.
Tað er harvið óvist, nær til ber at bíleggja, men flogfelagið fer at kunnað um hetta. Tey, sum ikki hava bílagt gjøgnum ferðaskrivstovu og sum ikki fara við Norrønu, skulu sjálvi fáa ferðina úr Føroyum á hendan hátt.
Her ber til at síggja yvirlit yvir túrarnar til Oslo
Tað sær annars út til at vera útselt í stóra føroyska økinum í høllini. Hesi atgongumerkini fóru til sølu klokkan 10 og longu nakrar minuttir seinni var so at siga einki eftir. Meira um hetta skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald