Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava endurnýggjað stuðulsavtaluna sínámillum, so at Atlantic framhaldandi er høvuðsstuðul SSF. Sáttmálin varð undirskrivaður á flogvøllinum í Vágum í gjár, í sambandi við at føroyska svimjilandsliðið kom heim av væleydnaðari ferð til Noregs, har tey hava luttikið á altjóða svimjistevnuni Bergen Swim Festival 2022.
- Vit í SSF fegnast sjálvsagt um longda sáttmálan við Atlantic Airways, ið hevur stuðlað okkum í mong, mong ár, og sum hartil eru hollur stuðul til eisini alt tað praktiska, tá ið tað kemur til flogferðir út í heim. Vit hava meira enn so havt brúk fyri teirra hjálp, tá ið okkurt mátti broytast ella kanska enntá bjargast, og hava vit bara gott at bera okkara tjóðarflogfelagi, skrivar Rókur í Jákupsstovu, forseti í Svimjisambandi Føroya.
Nú í 2022 er heilt nógv av skrá, bæði tí at útsettar stevnur fylla kalendaran, og tí at SSF sjálvt nú í heyst skal hýsa eini altjóða meistarastevnu.
Í summar er bæði HM og EM á skránni umframt HM og EM fyri juniorar, og NM og EYOF fyri ung. Um mánaðarskiftið september/oktober bjóðar Svimjisambandið eldri svimjarum til Føroya at kappast á Nordic Open Masters 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald