Føroyska flogfelagið Atlantic Airways, sum eisini er millum høvuðsstuðlarnar hjá Hondbóltssambandi Føroyar fer at gera tríggjar túrar til týska høvuðsstaðin Berlin í sambandi við at A-landsliðið hjá monnum í hondbólti skal luttaka í EM-endaspælinum í januar 2024.
Og nú er greitt, hvørjar dagar tað verður flogið til týska høvuðsstaðin, boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.
Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður 9. januar, tá føroyski landsliðshópurin eftir ætlan eisini fer avstað. Síðani verður flogið 10. januar og eisini 11. januar, sum er sami dagur, sum Føroyar spæla sín fyrsta EM-dyst.
Henda dagin verður flogið um morgunin, so tað er í góðari tíð áðrenn dystarbyrjan.
Heimferðirnar úr Berlin til Føroya verða 16. januar 2024, og talan verður um tríggjar flogferðir.
Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 kr. aftur og fram, og sølan byrjar 30. mai 2023 kl. 13.
- Tað er eitt bragd, at Føroyar hava vunnið seg víðari til eitt EM-endaspæl. Sum flogfelag síggja vit tað sum okkara samfelagsskyldu, og eru sera errin av at kunna flúgva hondbóltslandsliðið og bjóða føroyskum áskoðarum at koma beinleiðis úr Vágum til Berlin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Teir tríggir innleiðandi dystirnir hjá føroyska liðnum eru hósdagin 11. januar kl. 17 (føroyska tíð) móti Slovenia, leygardagin 13. januar kl. 19.30 móti Noregi og mánadagin 15. januar kl. 17 móti Polandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald