Tær størstu evropeisku landskappingar eru farnar í gongd ella fara í gongd skjótt. Bundesligan er byrjað, La Liga fer í gongd um vikuskiftið, og Premier League og Serie A byrja aftur næsta vikuskifti.
Champions League og Europa League, har ferðing yvir landamørk jú krevst, hanga í leysum lofti. UEFA hevur gjørt greitt, at 2020/2021 útgávurnar, ið eftir ætlan skuldu byrja um mánaðarskifti, ikki fara í gongd fyrrenn 2019/2020 útgávurnar eru lidnar.
Í løtuni verður í UEFA tosað um, hvør besti hátturin er at enda kappingarnar. Eitt hugskot, ið sambært altjóða miðlum er frammi, er at enda kappingarnar í einum landi yvir eitt stutt tíðarskeið.
Tað er kanska ikki av tilvild, at Cerezo sigur hetta við spanskar miðlar, tí hann er forseti í Atletico Madrid. Spanska høvuðsstaðarfelagið koppaði Liverpool eftir longda leiktíð á Anfield í seinnu áttandapartsfinaluni. Hetta var beint áðrenn koronasteðgin. Liðið hjá Diego Simeone vann samanlagt 4-2 á Liverpool, ið vann Champions League í 2019 - finalusigurin kom á heimavøllinum hjá Tottenham.
Les eisini: 41 andlát knýtt at Champions Lague-dysti á Anfield
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald