Fótbóltur

Atletico og Borussia komu víðari

Men tað mátti brotssparkskapping til áðrenn Atletico Madris hevði bast Inter í seinasta dystinum um at koma í fjórðingsfinalurnar í Champions League.

Frøi á Atletico leikarum tá tað gjørdist greitt, at teir vunnu brotssparkskappingina (Mynd: EPA)

Frøi á Atletico leikarum tá tað gjørdist greitt, at teir vunnu brotssparkskappingina (Mynd: EPA)

2024-03-14 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Annað kvøldið á rað mátti brotssparkskapping til í gjárkvøldið innan seinasti luttakarin í fjórðingsfinalunum í Champions League varð funnin.

Týskvøldið var tað Arsenal, sum kom víðari eftir brotsspark, og í gjárkvøldið var tað Atletico Madrid.

Dysturin millum Atletico Madrid og Milan í spanska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið endaði 2-1, og harvið stóð á jøvnum 2-2 samanlagt.

Onki mál kom í longdu leiktíðini, og tí mátti brotssparkskapping til fyri at finna tann seinasta luttakaran í fjórðingsfinalunum.

Tað var annars italska liðið, sum kom framum tá ein hálvur tími var farin, tá Frederico Dimarco skoraði. Men bert ein minutt seinni javnaði franski Antoine Griezman fyri spanska liðið.

Niðurlendski Memphis Depay skoraði til 2-1 tá einans tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, og so stóð á jøvnum eftir tveir dystir.

Onki mál kom í longdu leiktíðini, og tí farð farið út í brotssparkskapping.

[object Object]
Jan Oblack, málverjin hjá Atletico Madrid fegnast eftir at Lautaro Martínez skjeyt framvið málið (Mynd: EPA)

Italska liðið byrjaði kappingina, og tá argentinski liðskiparin hjá Inter, Lautaro Martínez skuldi skjóta tað fimta brotssparkið var kravið, at hann skoraði, tí tá var støðan 3-2 til spanska liðið, sum tá hevði mist eitt brotsspark, meðan Inter hevði mist tvey.

Og Martínez rakti ikki málið, og so var avgjørt, at Atletico verður seinasta liðið í fjórðingsfinaluna.

Fyrr á kvøldinum hevði týska Borussia Dortmund tryggja sær víðari luttøku við at vinna 2-0 og harvið samanlagt 3-1 móti PSV Eindhoven úr Niðurlondum.

Enski landsliðsleikarin, Jadon Sancho, legði Dortmund á odda tíðliga í dystinum, meðan seinna málið kom langt út í yvirtíðini, tá Marco Reus skoraði.

Umframt hesi bæði liðini eru Paris St. Germain, Bayern München, Real Madrid, Manchester City, Barcelona og Arsenal at finna í pottunum, tá lutakastið um hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum verður í morgin. 

[object Object]
Jado Sanchez skoraði fyrra málið fyri Dortmund í gjárkvøldið (Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder