FSF: Tað er neyvan ov nógv sagt, at hann ikki telist millum størstu teknikararnar á einum fótbóltsvølli, og hann er sjáldan millum teir fremstu, tá menn fara at renna kapp.
Men… Hann er kittið í einum hópi, sum bindur saman, og yvir 90 minuttir, plus tað leysa, ger hann millum ongar og fáar feilir. Tí tað er heldur ikki ov nógv sagt, at hann telist millum stinnastu verjuspælararnar í føroysku kappingini, við sínum góða yvirblikki – bæði við og uttan bólt – og nógvu royndum, ger hann viðspælarar og alt liðið betri.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið velja besta spælara hvønn mánað, og tá atkvøðast skuldi fyri besta spælara í august mánað, hevði Atli Gregersen úr Víkingi fingið flestar atkvøður. Næstir honum í atkvøðugreiðsluni vóru Samuel Chukwudi úr HB, og liðfelagin hjá Atla, Poul Kallsberg.
(Mynd: Hans Erik Danielsen)
– Ja, hvat skal man siga… Hetta kom eitt sindur óvæntað, tí vanliga eru tað teir framrættaðu spælararnir, ið fáa allar hesar heiðararnar – og tað hava teir nokk eisini allir uppiborið. Men eg eri glaður fyri hendan heiður, og tað fløvur eitt hálvgamalt hjarta, sigur Atli Gregersen við heimasíðuna hjá FSF.
Fyri heiðurin fekk Atli Gregersen handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri. Tað var sonur Atla, Árni Nóa Atlason, ið eisini er partur av Betrideildarhópinum hjá Víkingi, ið handaði pápanum heiðurin, sum besti spælari í august 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald