
Víkingur er av álvara í gongd við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Gamaní gevst Hanus Jacobsen á hægsta stigi, Heðin Hansen er farin til HB, og Adehsina Lawal spælir á Argjum komandi ár. Men í seinastu viku longdi Sølvi Vatnhamar sáttmálan við tveimum árum, og í kvøld er Eyðun Klakstein kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari í Víkingi. Klaksvíkingurin tekur við eftir Sámal Erik Hentze.
Les eisini: Eyðun Klakstein venjari hjá Víkingi næstu tvey árini
Nú er eisini greitt, at liðformaðurin heldur fram. Ivamál hevur verið um Atla Gregersen, sum í komandi mánað spælir sínar seinastu landsdystir, fór at spæla í 2020. Aðrir møguleikar hava eisini verið, men 37-ára gamli verjuleikarin hevur avgjørt, at hann heldur fram sum leikari, og at tað veðrur í Víkingi, har Atli hevur spælt síðani stovnanina í 2008.
Formaðurin í Víkingi, Brandur Jakobsen, saman við Atla Gregersen (Mynd: vikingur.fo)
Fimm steypakappingar og tvey FM-heiti, umframt nøkur stór evropeisk úrslit, hevur hevur Atli Gregersen verið við til at uppnátt við Víkingi. Hann er skrásettur fyri 326 dystir í fremstu føroyski deildini. (Tøl: FaroeSoccer)
Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald