
Hann hevur spælt nærum 350 dystir fyri besta liðið hja Víking, har hann hevur vunnið fimm steypakappingar og tvey FM. Í hesum gullheiðursmerkjunum eigur 33-ára gamli leirvíkingurin ein stóran lut, og í gjár varð greitt, at Sølvi Vatnhamar hevði longt sáttmálan við Víking:
- Eg havi longt við Víking, tí tað er her, eg hoyri heima. Vit í Víkingi hava síðani byrjan í 2008 bygt nakrar flottar varar og savna okkum nøkur sera góð minnir. Eg vóni og ynski at vera við til fleiri av hesum slagnum.
Hetta sigur miðvallarin við Portalin í dag. Ársins leikari í 2016 og 2017 hevur í seinastuni verið settur í samband við onnur feløg, og hann váttar, at aðrir áhugaverdir framtíðarmøguleikar vóru, men at hjarta er ljósablátt:
- Eg havi fingið onkran fyrispurning, og okkurt hevur eisini verið sera spennandi. Men sum sagt, so dámi og trívist eg sera væl sum ljósabláður
Víkingur liggur á 5. plássi undan seinasta umfari. Hetta er annað árið á rað, at tað ikki røkkur til evropeiskan fótbólt hjá Sølva og co. Seinnapartin váttaði Sámal Erik Hentze fyri bolt.fo, at hann ikki heldur fram sum venjari í Sarpugerði.
Les eisini: Víkingur skal hava nýggjan venjara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald