Sølvi Vatnhamar hevur í kvøld skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Víking. Hesum boðar felagið frá á sínari Facebook-síðu.
33-ára gamli miðvallarin hevur verið ein profilur í Víkingi senastu mongu árini, og varð meistaraárini í 2016 og 2017 valdur til ársins leikara í Førouim. Hóast Víkingur annað árið á rað ikki megnaði at spæla seg út í Evropa , so hevur Sølvi verið eyðsýndur í Betrideildini aftur í ár: 9 mál og, sambært bolt.fo, 13 upplegg. Leirvíkingurin skoraði eisini málið á Skála, ið sendi Víking í finaluna um Løgmanssteypið.
Sølvi Vatnhamar hevur spælt allar landsdystirnar í ár og er skrásettur fyri 35 A-landsdystir.
Sølvi sæst her saman við Ólavi Thomsen úr nevndini hjá Vìkingi, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: Víkingur)
Víkingur fegnast sjálvsagt um at ein av stóru profilunum seinastu nógvu árini, heldur fram í ljósabláu blusuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald