Fótbóltur

Víkingur skal hava nýggjan venjara

Sámal Erik Hentze heldur ikki fram.

Sámal Erik Hentze (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sámal Erik Hentze (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-23 14:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sámal Erik Hentze, eisini kallaður Bagge, heldur ikki fram sum venjari hjá Víkingi næsta kappingarár.

Tað veit heimasíðan bolt.fo frá at siga í dag.

Sámal Erik hevur verið venjari í Víkingi í trý kappingarár við tóðum úrslitum, í 2016, 2017 tá Víkingur gjørdist føroyameistari og aftur í 2019.

Sámal Erik sigur við bolt.fo, at hann treingir til ein støðg eftir at hava koyrt úr Havn og inn í Eysturoynna í fleiri ár at venja. Hann hevur ikki tikið støðu til, hvat hann ætlar í framtíðini.

- Møguliga taki eg frí fyri at fylla battaríini, møguliga kemur okkurt tilboð tá eg eri komin aftur úr feriu, sigur Sámal Erik og leggur afturat, at hann ikki hevur ætlanir um at taka av einum venjarastarvi langt frá høvuðsstaðnum.

Heimasíðan bolt.fo nevnir núverandi venjaran hjá Skála, Eyðun Klakkstein, sum eitt gott boð upp á hvør verður venjari hjá Víkingi komandi kappingarár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder