Fótbóltur

Átta dystir spælast í FA Cup í dag

Fýra Premier League lið skulu í eldin í dag.

2019-01-06 11:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Triðja umfar í stóru ensku steypakappingin, FA Cup, er væl á veg, og í dag verða átta dystir spældir.

Stórfavorittarnir í kappingini, Manchester City, taka ímóti Rotherham United, sum til dagliga spæla í næst bestu ensku deildini, har liðið liggur á 21. plássi. Lítið ivasamt er, at ríkmannafelagið úr Manchester er væl betra liðið í dystinum.

Fulham, sum liggur næst niðast í Premier League, tekur ímóti Oldham Atletic, sum spælir í fjórðu bestu deildini, Leicester City fer eisini á vitjan hjá liði í fjórðu bestu deildini, tá Newport County tekur ímóti, meðan Watford fer á vitjan hjá Woking, sum spælir í sættu bestu deildini.

Dystirnir í dag eru hesir:

Klokkan 14:00

Fulham – Oldham Athletic

Manchester City – Rotherham United

Millwall – Hull City

Preston North End – Doncaster Rovers

Queens Park Rangers – Leeds United

Sheffield United – Barnet

Woking – Watford

Klokkan 16:30

Newport County – Leicester City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder