- Eftir at hava verið forðaði fyri luttøku í 2 ár vegna koronufarsóttina sleppa føroyskir landsliðsleikarar endiliga aftur at royna seg í altjóða góðkendu kappingini RSL Iceland.
Soleiðis skrivar Badmintonsamband Føroya á síðu sínari í dag, í samband við átta føroyingar nú fara undir sína luttøku í altjóða kappingini í Reykjavík.
Hendan kappingin er partur av sonevndu Future Series International kappingunum hjá Badminton Europe. Hetta merkir, at spælararnir fáa altjóða stig útfrá, hvussu tey standa seg næstu fýra dagarnar
Átta føroyskir luttakarar eru í íslendska høvuðsstaðnum og royna seg. Talan er um Jónas Djurhuus, Asbjørn Heide Olsen, Christian Berg Petersen, Magnus Dal-Christiansen, Mia Thorkildshøj, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj.
Til ber at fylgja við bwfbadminton.com, og Badminton Iceland stroymir eisini dystirnar á sínari youtube-síðu
Annað
Átta føroyingar til altjóða kapping í Reykjavík
Talan er um landsliðsleikarar, og talan er atljóða góðkendu kappingina RSL Iceland, sum gevur stig til styrkislistan. Hon fór av bakkastokki í dag..
Jónas Djurhuus, Asbjørn Heide Olsen, Christian Berg Petersen, Magnus Dal-Christiansen, Mia Thorkildshøj, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna Thorkildshøj (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
2023-01-26 15:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald