Brasil er suðuramerikanskur meistari, Meksiko vann gullið í Norður- og Miðamerika, og nú skal besta liðið í Afrika anno 2019 skjótt finnast. 24 lið eru vorðin til átta.
Vertirnir Egyptaland vórðu slignir út av Suðurafrika í áttandapartsfinaluni, og Nigeria sló Kameroon, vinnaran frá seinast, út av kappingini. Favoritturin at vinna Africa Cup of Nations í løtuni er Senegal, ið er stórfavorittur ímóti Benin í fyrstu fjórðingsfinaluni, ið verður leikt í kvøld.
Nigeria er nummar tvey í røðini av favorittum at lyfta steypið, men hevur eina væl truplari uppgávu í kvøld. Í morgin er fyrra uppgerðin sera jøvn og spennandi á pappírinum, og til seinast skal stóra yvirraskilsi í eldin í 1/4-finalunum. Madagaskar er við í endaspælinum á fyrsta sinni.
Fjórðingsfinalurnar í AFCON
10.07:
(17.00): Senegal-Benin
(20.00): Nigeria-Suðurafrika
11.07:
(17.00): Fílabeinsstrondin-Algeria
(20.00): Madagaskar-Tunesia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald