Fótbóltur

Átta mál og átta ymiskir málskjúttar í ótrúligari áttandapartsfinalu í Keypmannahavn

Spania skoraði fimm mál annan dystin á rað og spældi seg í sína fyrstu fjórðingsfinalu síðani 2012. Neyðugt varð tó við longdari leiktíð, tí Kroatia javnaði til 3-3 í 92. minutti.

Spaniólar stórfegnast um sítt fimta mál í kvøld, ið innskiti Mikel Oyarzabal skoraði í 103. minuttir. Spania hevði fimm ymiskar málskjúttar, og hetta er ongantíð hent í EM-søguni áður. Mynd: EPA

Spaniólar stórfegnast um sítt fimta mál í kvøld, ið innskiti Mikel Oyarzabal skoraði í 103. minuttir. Spania hevði fimm ymiskar málskjúttar, og hetta er ongantíð hent í EM-søguni áður. Mynd: EPA

2021-06-28 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spanska landsliðið hevur sum oftast heilt nógvar alveringar í einum dysti. Í áttandapartsfinaluni móti Kroatia í Parkini í kvøld hevði liðið hjá Luis Enrique bóltin 64 prosent av tíðini. Talan var um 886 alveringar, harav 799 raktu ein viðleikara sambært tølunum hjá UEFA. Hjá Kroatia vóru somu tøl ávíkavist 447 og 371. Ein av alveringunum hjá Spania hjálpti tó kroatum heilt væl, tí hon fór í egið mál. Tað var í roynd og veru ein miseydnað temjing hjá málverjanum Unai Simón. Ógvuliga vælleikandi Barcelona-miðvallarin Pedri legði bóltin aftur til Bilbao-málverjan, ið var heilt ókroystur, men bólturin tók eitt lítið lop og fór umvegis innarusíðuna á høgra fóti í málið, so støðan gjørdist 1-0.

[object Object]
Simón gongur her aftur í málið eftir bóltinum, ið onkursvegna fór uppum fót hansara

[object Object]
Í longdu leiktíðini vardi hann fyri, tá Kramaric royndi seg úr heilt góðari støðu (Myndir: EPA)

Serstaka sjálvmálið, tað níggjunda sjálvmáli í endaspælinum samanlagt, kom í 20. minutti. Spania høvdu verið greitt omaná fram til tá og høvdu skapt tveir stórar málmøguleikar. Eftir málið var tað sum um, at Kroatia tók yvir, meðan spaniólar skuldi rista skelkin av sær. Tað gjørdu teir eisini, og útjavnandi málið kom stutt fyri steðgin. Kroatia var í undirtal, tí Ante Rebic var farin út at skifta gaggur. Tað gjørdu teir hvítklæddu sær dælt av, kroatiska verjan kom fyri fyrstu ferð í eina góða løtu undir trýst, og Pablo Sarabia smekkaði ein leysan bólt í málið. 

Í 2. hálvleiki var Spania leingi tað betra liðið, og Cesar Azpilicueta skoraði sítt allarfyrsta landsliðsmál, tá høgri bakkurin úr Chelsea var komin heilt inn ímóti málteignum og stútaði eitt gott innlegg frá Ferran Torres úr vinstru í málið. Torres økti sjálvur tjúgu minuttir seinni, tá hann tók bóltin væl við sær og smekkaði hann í málið, eftir at Pau Torres setti væl í gongd við longum frísparki, og kroatar ikki vóru heilt til reiðar.

Nú sá tað heldur vónleyst út hjá Zlakto Dalic og hansara monnum, men Spania er ikki eitt krútsterkt verjulið, og í 85. minutti kom Luka Modric ígjøgnum í høgru í brotsteignum. Eftir nakað av trunkaspælið undir málinum, fekk innskifti Mislav Orsic smekkað bóltin í málið. Nú var fjáltur á spaniólum, og lív kom veruliga í aftur teir mongu kroatisku áskoðarnir í Parkini, ið bóru liðið fram. Tað eydnaðist eisini HM-finalistunum frá 2018 at javna í yvirtíðini. Mario Pasalic spældi út til vinstru, leyst var í sponsku verjuni, og Orsic fann við góðum innleggi pannina á Pasalic, og so var 3-3.

[object Object]
Torres, ið legði upp til 2-1 málið, økir her til 3-1 og Spania trygt á veg víðari..

[object Object]

[object Object]

[object Object]Men Orsic (18) og Pasalic (15) vildu tað øðrvísi...

[object Object]Og so fóru teir mongu kroatarnir at larma uppaftur meira (Myndir: EPA)

Í longdu leiktíðini høvdu kroatar sínar møguleikar, serliga tá Orsic afur gav sponsku verjuni høvuðbrýggj beinanvegin, og bólturin endaði hjá áleyparanum Kramaric, ið púra fríur mitt fyri og stutt úr málinum skeyt mitt á Simón, sum hevði eina betri bjarging í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini. Í byrjanini av 2. hálvleiki fekk Ante Budimir nógv pláss í spanska brotsteignum, men skotið fór beint framvið. Tá høvdu spaniólar skorað tvær ferðir í longdu leiktíðini. Báðu ferðirnar var innskifti katalanin Dani Olmo, ið spældi í Dinamo Zagreb frá tí hann var 16 ára gamal, til hann var 22 - í fjør - tann ið legði upp við innleggi/sending úr høgru. Fyrru ferð tók útskeldaði Morata ógvuliga væl ímóti og smekkaði so bóltin upp í nettakið á frálíkan hátt. Tríggjar minuttir seinni megnaði Brekalo heldur ikki at dekka upp, og innskifti Oyarzabal skoraði til 5-3.

Harvið hevði Spania fimm ymiskar málskjúttar, og hetta er ongantíð hent í dysti í EM-endaspælið áður. "La Roja", ið hevði trupulleikar við at skora uppá sínar møguleikar í sínum tveimum fyrstu dystum, hevur nú skorað fimm mál tveir dystir á rað og skal spæla fjórðingsfinalu í Sankta Pætursborg fríggjakvøldið. Tað veðrur fyrsta fjórðingsfinala hjá Spania síðani EM 2012, tá landið vann endaspælið. Kroatia var uttan koronusmittaða Rakitic og leikbannaða Lovren, og luftin fór úr ballónini seinastu løtuna. Liðið vísti tó, eins og til HM fyri trimum árum síðani, sera góðan stríðsanda og ein hugburð sum ljóðaði: "Vit geva ongantíð upp". Saman við Spania góvu kroatar okkum mest málríka og undirhaldandi dystin í endaspælinum higartil - ein sannan gysara.

[object Object]
Álvaro Morata smekkar til...

[object Object]...
og bólturin syngur í netinum á Eysturbrúgv

[object Object]

Modric takkaði fyri seg - vónandi ikki fyri seinastu ferð í landsliðshøpi (Myndir: EPA)

Áttandapartsfinalur
Í dag - mánadagin 28.06

Parkin, Keypmannahavn
Kroatia - Spania 3-5 eftir longda leiktíð (3-3 eftir vanliga)
20' Sjálvmál 1-0 
38' Pablo Sarabia 1-1
57' Cesar Azpilicueta 1-2
77' Ferran Torres 1-3
85' Mislav Orsic 2-3
90 (+2)' Mario Pasalic 3-3 
100' Álvaro Morata 3-4
103' Mikel Oyarzabal 3-5

Arena Nationala, Bukarest
20.00: Frakland - Sveis (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder