Sum vanligt er nógvur fótbóltur um páskini. 4. umfar í Betrideildini varð leikt pálmasunnudag, 5. umfar er á skránni 2. Páskadag, og áðrenn tað skulu 16 lið spæla í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
Seks dystir byrja klokkan 15. Harav eru tveir dystir millum lið í Betrideildini, ein millum lið í 1. deild, tveir har ein deild er ímillum, og so dysturin í Gundadali millum HB úr Betrideildini og FC Suðuroy úr 2. deild. FC Suðuroy og FC Hoyvík, sum eisini spælir í 2. deild í ár, vunnu seg víðari úr innleiðandi umfarinum, ið varð leikt fyrsta vikuskifti í mánaðinum.
Sí eisini: FSF-varpið: Øll málini í innleiðandi umfarinum í kappingini um løgmanssteypið
Tveir dystir verða bríkslaðir í gongd klokkan 19. Talan er um dystir, ið verða leiktir hvør sínumegin Skálafjørðin.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið - Áttandapartsfinalurnar
Skírisdag, 14. apríl
Klokkan 15:
Víkingur-Undrið FF
ÍF-B71
AB-B68
EB/Streymur-07 Vestur
HB-FC Suðuroy
TB-FC Hoyvík
Klokkan 19:
NSÍ-B36
Skála-KÍ
Portalurin fer at dagføra beinleiðis frá dystunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald