Síðsta vikuskifti var innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá monnum á skránni.
FC Hoyvík vann leygardagin 8-0 á MB, og dagin eftir endaði tað 5-0 í Suðuroyaruppgerðini á Eiðinum í Vági
Øll 13 málini kunnu síggjast í sjónbandinum omanfyri.
Úrslitini merkja, at FC Hoyvík og FC Suðuroy, sum bæði eru í 2. deild í ár, eru við, tá spælast skal í 1. umfari (áttandapartsfinalunum) um eina viku, Skírishósdag.
Hoyvíkingar skulu tið Trongisvágs at spæla móti TB, og FC Suðuroy hevur ógvuliga trupla uppgávu fyri framman: Á útivølli móti HB.
Øll skráin sæst niðanfyri
1. umfar, Hósdagin 14. apríl (Skírisdag)
Víkingur-Undrið FF
ÍF-B71
AB-B68
HB-FC Suðuroy/Royn
TB-FC Hoyvík/MB
NSÍ-B36
Skála-KÍ
EB/Streymur-07 Vestur
Fótbóltur
FSF Varpið: Øll málini í innleiðandi umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið
Samanlagt 13 mál komu í dystunum í Hoyvík og í Vági, har ávíkavist FC Hoyvík og FC Suðuroy vunnu stórsigrar.
2022-04-08 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald