placeholder
Fótbóltur

Av álvara eldur í niðurflytingarstríðnum

TB var stóri vinnarin har við sigri á EB/Streymi. ÍF tapti á heimavølli fyri 07 Vestur, sum nú av álvara er leyst harfrá. Tað er ógvuliga tætt millum fýra lið kring strikuna.

Samudeen Musah avgjørdi fyri TB, í vitjaði á Eiði í dag. Hetta var fyrsti útisigur hjá TB í Betrideildini síðani september (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samudeen Musah avgjørdi fyri TB, í vitjaði á Eiði í dag. Hetta var fyrsti útisigur hjá TB í Betrideildini síðani september (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-06-04 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 12. umfari í Betrideildini byrjaðu klokkan 15. 

Tveir av teimum høvdu stóran ávirkan á botnstríðið, ið nú er tættari, enn tað var áðrenn dagin í dag.

Á Eiði hevði EB/Streymur sínar støður og møguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora móti avloysaranum í TB-málinum, Arthuri Poulsen, og at vinna á TB aðru ferð í ár. Ístaðin var tað útiliðið, ið fekk hol á, tá 78 minuttir vóru spældir av tætta dystinum. Tað var eftir hornaspark, at Samudeen Musah fekk beint bóltin í málið.

Ghanesiski spælarin, og eitt sterkt liðavrik, syrgdu harvið fyri, at TB vann sín fyrsta útisigur í Betrideildini síðani september 2020, og at liðið av Tvøroyri/Trongisvági nú hevur tætt samband við liðini beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fyri EB/Streym var hetta úrslitið ein smeitur.

[object Object]
Tríggir dystir millum liðini í ár og tríggir sigrar til 07 Vestur - Uros Stojanov hevur skorað í øllum trimum dystunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur er framvegis frammanfyri TB (eitt stig), men nú eru uppflytararnir javnir í stigum. Røðin við ósigrum hjá ÍF helt fram, tá 07 Vestur vitjaði í dag. Tað var gamli ÍF-áleyparin, Uros Stojanov, sum longu eftir átta minuttir stútaði bóltin í málið við ÍF-húsið eftir 

07 Vestur var eisini nakað omaná fyri steðgin í Fuglafirði og økti stutt inn í seinna hálvleik. Tað var Jasper van der Heyden, sum fekk góða sending frá eyðsýnda Magnus Holm Jacobsen. Síðani tók hann sakina í egnar hendur til vinstru í brotsteignum. og smekkaði bóltin framvið Jákup Nolsøe Olsen, sum annars fekk hondina á.

ÍF svaraði rímiliga væl aftur og skapti nakrar góðar støður. Serliga var Jhon Mena eyðsýndur, men tað eydnaðist ikki at minka um munin, fyrrenn 89 minuttir vóru spældir - áðrenn tað hevði 07 Vestur havt stórar møguleikar fyri at økja til 3-0 og harvið steingja dystin. Tað var Elvio Gelmini, sum á snildan hátt fann innskifta Dánjal á Lakjuni, og royndi áleyparin lyfti snildisliga bóltin uppum ein annars tryggjan Ari í Haraldstovu Petersen.

07 Vestur tók tó trý stig við sær vestur og hevur leygardagin møguleikan at nærkast 4. plássinum, tá Víkingur vitjar. ÍF er nú ájavnt við TB, og tað er eitt stórt stríð um at sleppa undan niðurflytingarplássið. Um eina viku vitjar ÍF á Argjum.

B68 stríddist ímóti - við tíggju monnum ein góðan part av dystunum - móti HB. Tað endaði tó 0-2 á Svangaskarði, og liðið hjá Jákupi á Borg hevur nú bert tvey stig niður til strikuna. Næsta vikuskifti er útidystur á skránni móti EB/Streymi.

Betrideildin menn 12. umfar

Í dag, sunnudagin 04.06
B36 - Víkingur 2-1 (1-1)
24' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 0-1
33' Valerijs Sabala (Michal Przybylski) 1-1
75' Valerijs Sabala (Hannes Agnarsson) 2-1

Les eisini: Sabala tryggjaði B36-sigurin

EB/Streymur - TB 0-1 (0-0)
79' Samudeen Musah (John Villi Wøldike) 0-1

ÍF - 07 Vestur 1-2 (0-1)
9' Uros Stojanov (Rasmus Knudsen) 0-1
49' Jasper van der Heyden 0-2
89' Dánjal á Lakjuni (Elvio Gelmini) 1-2

B68 - HB 0-2 (0-0)
75' Sjálvmál 0-1
81' Mikkel Dahl (Ári Mohr Jónsson) 0-2

Í gjár, leygardagin 03.06
KÍ - AB 2-1 (1-0)
22' Claes Phillip Kronberg (Árni Frederiksberg) 1-0
66' Árni Frederiksberg br. (Sivert Gussiås) 2-0
86' Viktor Helgi Benediktsson 2-1


Stigatalvan

1. KÍ 39 stig (13 dystir)
2. HB 32 stig (13 dystir)
3. B36 30 stig (13 dystir)
4. Víkingur 21 stig (13 dystir)
5. 07 Vestur 16 stig (12 dystir)
6. B68 11 stig (12 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (12 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (12 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

Næsta umfar sæst niðanfyri. Topp-fýra feløgini hava spælt sínar dystir í 16. umfar vegna Evropa-luttøku í juli, og hava harvið spælt ein dyst fleiri enn hini

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder