Hondbóltur

Avgerandi dagur í SMS-deildini

Biðlar um 2. plássið hittast, og Kyndil tekur ímóti VÍF, nú fýra umfør eru eftir.

VÍF er á vitjan í Høllini á Hálsi, har Kyndil tekur ímóti
(Mynd: Jens Kr. Vang)

VÍF er á vitjan í Høllini á Hálsi, har Kyndil tekur ímóti (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-31 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er í kvøld, at H71 og Neistin spæla fyrstu FM-finaluna í Okkara deildini. Men áðrenn tað skulu kvinnuliðini hjá hesum feløgunum í eldin í 17. umfari hjá kvinnum, ið kann fáa avgerandi týdning fyri, hvør kemur í FM-finalurnar saman við VÍF

17. umfar: 
14.00: H71 - Neistin
15.00: Stjørnan - StÍF
16.00: Kyndil - VÍF

Støðan: 
VÍF 27 
Kyndil 21
Neistin 20 
H71 19
Stjørnan 9
StÍF 1

Øll liðini hava leikt 16 dystir, og nú fer kappingin inn í avgerandi skeiðið. VÍF kann endaliga tryggja sær finaluplássi við at vinna í dag - annars er tað bara ein spurningur um tíð. 

Meira spenningur er um 2. plássi. Kyndil vann í Klaksvík hóskvøldið og sær sterkast út í løtuni, men hevur ógvuliga torføra uppgávu í dag og skal spæla ímóti Neistanum og H71 komandi vikurnar. Tær grønu bastu VÍF í steypafinaluni og vóna at endturtaka hetta í dag. Helst verður tað ógvuliga tætt í Stórhøllini á Hálsi. 

Í Hoyvík er sera nógv uppá spæl. Eftir eina sera góða byrjan uppá kappingarárið er unga H71-liðið steðgað eitt sindur upp. Hoyvíkskvinnur hava tó framvegis góðan møguleika at koma í finaluna, um tað gerst til ein sigur í dag. Talan er um eitt Neista-lið, sum framvegis er í gongd við eitt ættarliðskifti, men sum ikki vil leggja seg. Lagt er upp til ein sera spennandi dyst millum liðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder