Hondbóltur

Avgerandi dysturin í niðara endaspælinum verður í kvøld

Team Klaksvík kann tryggja sær 1. plássið, ið gevur eina peningaupphædd, um klaksvíkingar vinna heimadystin á StÍF.

Sámal á Tjaldrafløtti og hinir á Team Klaksvík-liðnum kunnu tryggja sær 1. plássið í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Sámal á Tjaldrafløtti og hinir á Team Klaksvík-liðnum kunnu tryggja sær 1. plássið í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-06 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær av FM-finalunum í Okkara-deildini eru leiktar, og har stendur á jøvnum 1-1 millum Neistan og H71. Ímeðan fýra lið hava kappast um FM, hava trý lið spælt um at vinna niðara bólkin og harvið 10.000 krónur. 

Team Klaksvík byrjaði við útisigrum á KÍF og StÍF og kundi avgera endaspælið seinasta leygardag, tá KÍF var á vitjan í Klaksvík. Har vóru kollfirðingar tó stinnari, og við tí úrslitinum verður alt avgjørt í kvøld.

KÍF hevur vunnið báðar dystirnar á StÍF og hevur ongan dyst eftir í ár. Um Team Klaksvík ikki vinnur í kvøld, so eru tað kollfirðingar, ið fara avstað við 1. plássinum og teimum 10.000 krónunum. Um Team Klaksvík greiðir sína skyldu á heimavølli í kvøld, so verður tað liðið, ið endaði klárt aftast í grundspælinum, sum endar við at vinna bólkin. 

StÍF manglar nakrar leikarar og hevur havt eitt heldur keðiligt 2019. Team Klaksvík vann dystin á Skála, hevur fyrimunin við heimavøllinum í kvøld, og tá hugsað verður um, hvat er uppá spæl, so eru klaksvíkingar favorittar í kvøld. Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar kl. 18.00.

Ein dystur hjá hjá kvinnum byrjar nú klokkan 16.00. Hann er í Hoyvík, har VÍF er á vitjan. Hoyvíkskvinnur taptu týðandi dystin fyri Neistanum sunnudagin, og skulu tær gera sær nakrar vónir um at koma í finalurnar, skal torføri dysturin í dag vinnast. Liðini hava leikt sera javnar dystir í ár. VÍF er longu til reiðar til finalurnar í SMS-deildini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder