Fótbóltur

Avgerðin fellur á Malta í kvøld

Um Føroyar fáa stig, hevur liðið hjá Håkani Ericson vunnið bólkin. Um Malta vinnur við einum málið, verður málmunur avgerðandi. Hetta er triðju ferð síðani november 2018, at Føroyar spæla á Malta.

Hallur Hansson í EM-undankappingardystinum í Malta í fjør, sum Føroyar taptu 2-1. Liðformaðurin er aftur á liðnum eftir leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson í EM-undankappingardystinum í Malta í fjør, sum Føroyar taptu 2-1. Liðformaðurin er aftur á liðnum eftir leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-17 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20. november í 2018 endaðu Føroyar sína fyrstu Nations League-kapping við dysti á Ta' Qali leikvøllinum á Malta. Tað endaði við 1-1 javnleiki, og harvið endaðu Føroyar nummar trý og Malta aftast - á fjórða plássi.

Í kvøld skulu liðini dystast um fyrsta plássið í bólkinum. Mótstøðuliðini hjá Føroyum og Malta hava verið væl veikari, enn tey vóru í 2018: Andorra og Lettland í mun til Aserbadjan og Kosovo.

[object Object]
Seinast Føroyar og Malta spældu sá tað soleiðis út í yvirtíðini

Hetta verður sætti dystur millum liðini uppá trý ár. Allir dystirnir hava verið javnir. Føroyar hevur vunnið allar tríggjar á Tórsvølli - seinast í september tá talan gjørdist um ein dramtiskan 3-2 sigur. Í fjør taptu Føroyar 2-1 á Ta' Qali í fyrsta EM-undankappingardystinum. 

Liðið hjá Håkani Ericson er trý stig frammanfyri Malta í bólkinum og hevur ikki tapt í kappingini. Harvið er eitt stig nóg mikið hjá Føroyum, og tað er eisini nóg mikið at tapa 3-2, tí so koma Føroyar víðari uppá fleiri útivallarmál samanlagt í kappingini. Endar tað 1-0 ella 2-1 kemur Malta víðari, tí maltesar skoraðu tvær ferðir í Føroyum. 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad í dystinum móti Malta á Tórsvølli. Miðverjin verður ikki á vøllinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri føroyska liðið hevur tað sera nógv at siga, at Brandur Hendriksson og Hallur Hansson eru tøkir aftur. Miðvallarnir høvdu leikbann móti Lettlandi. Hinvegin hevur Sonni Ragnar Nattestad leikbann í kvøld. Hann fekk sítt seinna gula kort í kappingini í 1-1 javnleikinum leygardagin. Harvið skal ein nýggjur maður á plássið undir liðini á Odmari Færø.

Fyrsta bríksl í kvøld verður klokkan 19.45. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum. Vit dagføra beinleiðis á forsíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder