Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya staðfesti avgerðina hjá aganevndini í málinum um ólógligt brúk av leikara hjá B36.
Harvið standa tey trý stigini, sum B68 hevur fingið aftaná avgerðina hjá aganevndini, við. Hetta kemur ógvuliga væl við í botnstríðnum, og ger eisini, at stríðið harðnar upp aftur meira.
Tað var í 90. minutti í dystinum millum B36 og B68 tann 4. september, at ein leikari, sum hevði spælt tveir dystir dagin fyri, kom á vøllin fyri B36.
Kringvarpið hevur fingið hendur á avgerðini hjá Yvirkærunevndini, og hon kann lesast her.
24. umfar
EB/Streymur - 07 Vestur (2. okt. 15:00)
NSÍ - KÍ (2. okt. 15:00)
B36 - Víkingur (2. okt. 15:00)
AB - Skála (2. okt. 15:00)
HB - B68 (2. okt. 17:00)
Stigatalvan Betri deild menn
1. KÍ 65 stig
2. Víkingur 50 stig
3. HB 49 stig
4. B36 36 stig
5. EB/Streymur 32 stig
6. 07 Vestur 23 stig
7. B68 21 stig
8. NSÍ 21 stig
9. AB 21 stig
10. Skála 9 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald