Fótbóltur

Avgerðin um finaluplássini fellur í dag

B36 og NSÍ bresta saman klokkan 13.30, og klokkan 17 spæla KÍ og ÍVB. Dystirnir verða á ávíkavist Eiði og í Runavík. Heilt nýggj finalulið skulu finnast í mun til seinastu trý árini.

B36 og NSÍ skulu stríðast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og NSÍ skulu stríðast um annað finaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-14 10:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvfinalurnar hjá kvinnum verða í ár ikki avgreiddar sum heima- og útidystir. Tað er ístaðin talan um ein dyst, har tað snýr seg um at vinna fyri at koma í finaluna. 

Harvið verður tað møguliga neyðugt við longdari leiktíð, um tað í so fall verður 2x10 ella 2x15 má tíðin vísa, ella við brotsspørkum í Eysturoynni í dag.

Av tí at tað bert verður ein dystur, so skal tað leikast á uttanveltaðum vølli. Vøllurin í Hólmanum á Eiði verður karmur um hálvfinaluna millum NSÍ og B36. NSÍ 2-1 vann á EBS/Skála eftir longda leiktíð, sum tá bert var 2x10 minuttir, í fjórðingsfinaluni á Skála . Tað kærdi EBS/Skála, men liðið fekk ikki viðhald. B36 vann heili 8-1 í Sørvági móti 1. deildarliðnum 07 Vestur, men tað gekk long tíð, áðrenn útiliðið veruliga fekk hol á.

B36 og NSÍ hava spælt sera tættar dystir móti hvør øðrum í ár. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við javnleiki, NSÍ vann 1-0 á Tórsvølli beint áðrenn ólavsøku, men B36 vann teir báðar dystirnar, sum vóru tíðliga í oktober. NSÍ endaði sjey stig frammanfyri á stigatalvuni, men nógv bendir á, at talan verður um eina tætta hálvfinalu í Hólmanum á Eiði seinnapartin. NSÍ skal royna at koma í sína fyrstu steypafinalu nakrantíð - B36 fyri fyrstu ferð síðani 2012.

[object Object]
Rannvá B. Andreasen hevur vunnið steypakappingina heili 15 ferðir. Nú skulu hon og KÍ-kvinnurnar royna at røkka finaluni aftur (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
ÍVB skal forða fyri at tað hendir (Mynd: Sverri Egholm)

Í Runavík liggur favorittleikurin heilt víst hjá tí eina liðnum. KÍ gjørdist føroyameistari við 18 sigrum og tveimum javnleikum í 20 dystum. Heili 26 stig vóru niður til NSÍ á 2. plássi og 37 stig niður til ÍVB, sum er dagsins mótstøðulið. Klaksvíkskvinnur vunnu allar fýra dystirnar móti felagsliðnum í landskappingini, men fyriuttan tann seinasta dystin - 10. september í Klaksvík (4-1) - hevur bert eitt málið verið á muni í innanhýsis dystunum millum liðini. 

KÍ hevur ikki verið í steypafinaluni síðani 2016, tá liðið vann fyri sjeyndu ferð á rað og hetta er long tíð hjá felagnum, har framsta kvinnuliðið er so sigursvant. KÍ vann eisini finaluna sjey ferðir á rað áðrenn ósigurin fyri AB í finaluni í 2009 - frá 2002 til og við 2008. EBS/Skála og HB hava verið í finaluni trý ár á rað - EBS/Skála vann í 2017 og 2018 og HB í fjør - men í ár eru bæði longu úti. ÍVB sló HB út við 1-0 sigri á Tórsvølli, og skal royna at koma í finaluna fyri fyrstu ferð. ÍF hevur nakrar ferðir áður verið í finaluni, seinast í 2013, og GÍ var í 2007.

Hálvfinalurnar
Leygardagin 14/11
13.30: B36 - NSÍ (Á Eiði)
17.00: KÍ - ÍVB (Í Runavík)

Hagtøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder