Fótbóltur

Avloysarin hjá Klopp almannakunngjørdur

Tað hevur verið nógv frammi, men nú er endaliga greitt, at Arne Slot kemur til Anfield. 45-gamli niðurlendingurin hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við Liverpool.

Arne Slot hevur staðið seg væl í Feyenoord - hann hevur stórar skógvar at fylla í Liverpool (Mynd: EPA)

Arne Slot hevur staðið seg væl í Feyenoord - hann hevur stórar skógvar at fylla í Liverpool (Mynd: EPA)

2024-05-21 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin takkaði Jürgen Klopp fyri seg eftir níggju ár og níggju steyp á Anfield. Serliga eru tað Champions League í 2019 og Premier League í 2020 - fyrsta slíka heitið hjá Liverpool í 30 ár - sum standa sterkt hjá Liverpool-viðhaldsfólkum.

So er tað eisini persónsmenskan Klopp, sum verður torfør at bara soleiðis avloysa. Maðurin sum skal royna at gera tað er Arne Slot. Trý-ára sáttmáli millum partarnar varð kunngjørdur í gjár, mánadagin 20. mai.

[object Object]

[object Object]Klopp flutti Liverpool langt, og er hann ein av stóru persónligheitunum í Premier League (Myndir: EPA)

Talan er ikki um eitt av stóru vernjaranøvnunum í heimsfótbólti. Hetta var heldur ikki fyrstaval og ei heldur annað val hjá Liverpool - íhvussu er ikki útfrá flestu miðlunum og kelunum. Xabi Alonso valdi at verða verandi í Leverkusen, og Ruben Amorim fór til samrøðu í West Ham, meðan portugisin annars var heitasta navnið í Liverpool.

Slot hevur tó gjørt vart við seg í fyrst AZ og síðani Feyenoord. Seinastu tvey árini hevur nú 45-ára gamli niðurlendingurin vunnið eitt meistarheitið, umframt steypakappingina í Niðurlondum.

Sum spælari var Slot longst í Swolle, har hann millum annað var liðfelagið við gøtumannin Súna Olsen eitt skifti.

Nú skal hann royna at leiða Liverpool móti tindunum aftur. Liðið endaði á 3. plássið í Premier League júst farna kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder