Annað

Axelsen tryggjaði Danmark gullheiðursmerki

Vann OL-finaluna í badminton leikandi lætt Kunlavut Vitidsam úr Teilandi.

Vann OL-finaluna leikandi lætt 21-11, 21-11 (Mynd: EPA)

Vann OL-finaluna leikandi lætt 21-11, 21-11 (Mynd: EPA)

2024-08-05 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danir kunnu í dag stórfegnast um fyrsta gullheiðursmerki á olympisku leikunum í Paris.

Heiðursmerkið kom í badmintonhøllini, har Viktor Axelsen spældi OL-finalu móti Kunlavut Vitidsam úr Teilandi.

Viktor Axelsen spældi sannførandi, og vann finaluna leikandi løtt 21-11, 21-11.

Harvið endurvann 30 ára gamla badmintonstjørnan gullið, sum hann eisini vann seinast í Tokyo. Á olympisku leikunum í Rio í 2016 vann hann bronsu.

Gullið hjá Axelsen er annað heiðursmerkið, sum Danmark vinnur á olympisku leikunum. Tað fyrra var av silvuri. Tað vann blandaða liðið í ríðigreinini, sum á donskum eitur dressur, og snýr seg um at hava fult tamarhald á rossinum, so at tað nærmast kann dansa til tónleikin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder