Fótbóltur

B36 breyt evropeiska múrin á ólavsøku

Fyri næstan júst 18 árum síðani, spældi B36 seg víðari sum fyrsta føroyska felag nakrantíð við 2-1 sigri á ÍBV á Tórsvøllli. Nú er nummar 11 uppá spæl.

B36 skal í kvøld royna at taka eitt stórt fet í 2. umfari í Conference League. Dysturin móti Haverfordwest í Gundadali byrjar klokkan 19.00 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 skal í kvøld royna at taka eitt stórt fet í 2. umfari í Conference League. Dysturin móti Haverfordwest í Gundadali byrjar klokkan 19.00 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-27 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

28. juli 2005 gjørdist ein søguligur dagur í føroyskari fótbóltssøgu. B36 hevði tvær vikur frammanundan fingið eitt flott 1-1 úrslit á Vestmannaoyggjunum í 1. umfari í UEFA Cup, og í seinna dystinum á Tórsvølli eydnaðist at vinna 2-1 á ÍBV.

Allan Mørkøre legði B36 á odda longu í fyrsta minutti. ÍBV javnaði fimm minuttir fyri leiklok, men ein tá tjúgu-ára gamal Bergur Midjord avgjørdi uppgerðina í 59. minutti. ÍBV fekk síðani tvey reyð kort heimaliðið - við nógvum stórum føroyskum fótbóltsnøvnum - helt fast, og so hevði eitt føroyskt felag spælt seg víðari í evropeiskari kapping fyri fyrstu ferð.

Sí dómaraseðilin frá serliga ólavsøkudystinum í 2005 her

Í næsta umfarið var nær við, at sterkra B36-liðið sendi FC Midtjylland út eisini. B36 vann FM seinni hetta árið, og longu árið eftir spældi havnarfelagið seg aftur víðari i evropeiskari kapping. Hetta var í Champions League móti Birkirkara av Malta, og útidysturin endaði 3-0 til B36.

Hóast tað tók nøkur ár til føroyskt felag aftur spældi seg víðari, so breyt hetta onkursvegna føroyska múrin í Evropa. Áður hevði HB spælt í 2. umfari, men hetta var vegna skriviborðssigur í seinna dystinum, tí lettar ikki fingu lent í Vágum vegna mjørka.

Sí eisini:
Mattias Lamhauge: -Vit hava staðið í nógvum ymiskum støðum í Evropa
Michal Przybylski: - Umráðandi at fáa mál og ein sigur við til Wales
Myndir: B36 fyrireikar seg at leggja afturat sínari stoltu søgu

Júst HB er komið víðari tvær ferðir síðarni 2014, og EB/Streymur og NSÍ hava eisini roynt at spælt seg víðari. Víkingur gekk á odda fyrstu mongu árini í 10'unum við at koma víðari tvær ferðir. Samanlagt er liðið úr Eysturkommunu komið víðari fimm ferðir. KÍ hevur hevur spælt seg víðari seks ferðir seinastu fimm árini.

Tað er tó B36, sum hevur spælt seg oftast víðari av teimum føroysku liðnum. Umframt tey omanfyrinevndu hevur felagið vunnið seg víðari tvær ferðir í 2018, tríggjar ferðir í 2020, tvær ferðir í fjør og fyri tíggjundi ferð samanlagt í síðstu viku.

B36 og Haverfordwest úr Wales spæla í kvøld klokkan 19 í Gundadali. Dysturin sæst í Televarpinum, og FM1 sigur frá. Undan dystinum, klokkan 17.30, hitar RSP upp í B36-húsinum. Atgongumerki fáast her - tað ber næstan ikki til at fáa nakað pláss í B36.húsinum, men nógv atgongumerki eru tøk í Betri-skýlinum/bygdaskýlinum.

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder