At vinna sannførandi á Svangaskarði er ein góð byrjan. At síðani fylgja upp við at senda trífaldu føroyameistararnar heim við ongum ger tað alsamt stuttligari at vera B36’ari.
Tað var eitt skert KÍ-lið í miðásanum á vøllinum, sum B36 basti í Gundadali gjár, men tað vísir styrki at knógva tí í slíkum dysti: Hann var tættur og hevði fáar málmøguleikar. Seinastu árini hevur B36 samanlagt vunnið fáar dystir móti hinum topp-fýra liðnum, men tað er kanska við at venda. Hetta var fyrsti landskappingarsigur á KÍ í nærum fýra ár. Liðið tykist eisini at vera tað sterkasta hjá B36 í tíðini hjá Dan Brimsvík.
Frá dystinum í gjár - sí meira á dystir.fo
Í gjár var verjan við nýúttiknu landsliðsbakkunum, Magnusi Egilsson og Jann Benjaminsen (liðskipara), og nýggju norðulendsku miðverjunum, Vilmer Rønnberg og Thomas Lillo, aftur stinn frammanfyri Bjarta Vitalis Mørk. Avloysarin hjá Mattiasi Lamhauge í málinum gjørdi, eins og á Toftum, tað sum hann skuldi.
Frammanfyri tykist Jelle van der Heyden vera júst tann støðugi verjukendi miðvallarin, ið B36 hevur saknað nakað: Røkir verjukendu uppgávurnar til nærum UG og tryggur við bólti: Hann hevur eisini spælt í bestu hollendsku deildini, umframt tí finsku. Saman við honum á sentala miðvøllinum eru teir, ið eru uppvaksnir í B36: A-Landsliðsspælarin Andrass Johansen og blaðungi Mattias Hellisdal. Báðir hava eyðsýndar dygdir.
Ungi Mattias Hellisdal í nærdysti á Svangasakarði (Mynd: Sverri Egholm)
Jelle van der Heyden í verjustøðu móti B68 - í brotsteignum eru Rønnberg og Lillo til reiðar at taka ímóti (Mynd: Sverri Egholm)
Teir nýggju spælararnir til fremstu røð hava higartil gjørt stóran mun. Ungi danski miðáleyparin Zean Dalügge skoraði tvær ferðir og legði upp í fyrsta umfari og skapti órógv fyri KÍ í gjár. Hann tykist hóska væl inn við sínum dynamiska leikhátti. Anton Søjberg Horup kann gerast uppaftur størri fongur. 23-ára gamli danin spældi sín fyrsta lítla hálvan tíma í gjár, og Søjberg var á júst rætta staðið tvær ferðir og setti bóltin í KÍ-málið.
Hann kom á vøllin fyri Mattias Hellisdal í 65. minutti...
...og tók av
Zean Dalügge hevur eisini víst styrki
Marius Kryger Lindh er byrjaður heilt væl í hvítum og svørtum (Myndir: Sverri Egholm)
Marius Kryger Lindh er komin úr AB og tykist vera ein fongur hjá B36 eisini. Vongurin hevur nógva ferð, hann bjóðar av ofta og væl og er ein stór hóttan í serliga kontraspælinum. 24-ára gamli danin skoraði og legði upp á Svangaskarði og var við í báðum málunum í gjár. Bjarki Nielsen er fyrsta val á vinstra kanti, meðan landsliðssúttikni Hannes Agnarsson er skiftur inn í báðum dystunum. Tað vitnar eisini um eina ávísa bredd - eins og at Símun Sólheim og Andrias Eriksen komu inn seint í gjár, og at U21-landsliðsspælarin Gutti Dahl-Olsen eisini er á bonkinum.
Seks stig, fimm mál skoraði og einki ígjøgnum. B36 er eisini oddalið, og Dan Brimsvík kann ikki vera nógv annað enn nøgdur við fyrstu umførini Liðið, sum hevur nógvar nýggjar spælarar, skal tó framhaldandi byggja uppá, fyri at av álvara vera við í oddastríðnum allan vegin. Felagið tykist eisini at hava satsa nakað, og nýggju útlendsku spælararnir tykjast at vera av hægri hill, enn teir ið eru heintaðir seinastu árini.
Mynd: Sverri Egholm
------------------------------------------
Betrideildin 2. umfar
Í dag - leygardagin 16.03
B36 - KÍ 2-0 (0-0)
80' Anton Sjøberg 1-0
90 (+3)' Anton Sjøberg 2-0
Reytt kort: Jákup Norðoy Vilhelmsen, KÍ (90') - tvey gul
B36: Bjarti Vitalis Mørk - Jann Benjaminsen (L), Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson - Andrass Johansen, Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal (65' Anton Søjberg) - Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki Nielsen (73' Hannes Agnarsson)
Símun Sólheim og Andras Eriksen komu eisini inn seint í dystinum
Støðan:
1.B36 6 stig *
2.Víkingur 6 stig *
3.KÍ 3 stig *
4.NSÍ 3 stig *
5.Skála 3 stig *
6.HB stig 3 *
7.07 Vestur 0 stig
8.EB/Streymur 0 stig
9.B68 0 stig
10.ÍF 0 stig
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald